Finalubrak í Runavík

Tjaldur hevur veruliga bitið frá sær í landskappingini í ár, og við einum sigri standa tær á gáttini til eitt finalupláss. Í øllum førum somikið nær, at tær sjálvar standa við avgerðini, um hetta skal gerast veruleiki ella ikki.

VB hevur hinvegin møguleikan at sópa allan iva til viks. Fyri ikki so nógvum umførum síðani líktist VB einum rættiliga tryggum finaluluttakara, men eitt stórtap í Runavík og eitt tepurt ditto í Klaksvík hava vikað hesa støðuna, og tí eru tær nú undir einum ávísum trýsti. Einum trýsti, sum tó ikki er størri enn so, at tær framvegis eiga allar møguleikar at avgera lagnu sína sjálvar.

 

Í hinum báðum dystunum er talan um so heilt hampuliga greiðar favorittar.

Kyndil og Neistin spæla grannauppgerð á Hálsi, og her man lítil ivi vera um, at Neistin er sterkara liðið. Og hóast tær bláu nú eru endaðar í einum slag av ongamannalandi, so eru møguleiki fyri at røkka longur upp, um onnur kiksa á leiðini.

Og í Klaksvík er Stjørnan favorittur, mest sum hvørja ferð tær spæla. Og hóast StÍF fleiri ferðir hevur argað Stjørnuna, so er styrkismunurin helst somikið greiður, at strandakvinnurnar neyvan megna at gera tað heilt stóra við Stjørnuna.

 

Dysturin í Havn byrjar klokkan 14.30. Í Runavík og Klaksvík byrja dystirnir klokkan 15.00.