Finalistarnir til oljuspælið Xplore funnir

Sosialurin skrivaði herfyri um eitt telduspæl, Xplore, sum er um oljuleiting, har næmingar á miðnámsskúlunum kappast um at finna olju. Nú eru innleiðaðandi umførini av, og fimm bólkar eru eftir av teimum 66, sum byrjaðu. Finalan verður 29. november

Næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík hava eisini luttikið í hesi kappingini. Og tað var ein bólkur frá teimum, sum endaði ovast í stigum nú bert finalan er eftir. Teir, ið manna henda bólkin eru: Hallur Joensen, Rói Jacobsen og Gunnleivur Biskopstø. Teir ganga allir á HT 2.
- Vit fingu at vita, at um allur flokkurin teknaði seg til kappingina, so fóru tímar at verða settir av tímatalvuni til kappingina. Men um vit meldaðu til sum einstaklingar, so mátti vit luttaka uttan fyri skúlatíðina, greiða teir frá og leggja so skemtandi afturat, at teir harvið vórðu noyddir at luttaka, tí tað var ein flokssamtykt.
Men tað kunnu teir tríggir so fegnast um í dag, tí teir eru komnir víðari í finaluna, sum besti bólkur við 1.609 ROI. Tað merkir return on investment ella mest vunnið fyri hvørja brúkta krónu. Og sum skilst so er hetta eitt rættiliga gott úrslit, sum teir hava arbeitt seg fram til.
- Um spælið var veruleiki, so høvdu vit verið ríkir í dag, siga teir tríggir og flenna.
Teir duga ikki at siga, um peningurin, sum teir hava havt til taks at arbeiða við samsvarar við veruleikan, men alt hitt, sum hevur við spælið at gera samsvarar avbera væl.
- Um vit ikki luttóku í hesum spælinum, so høvdu vit ikki vitað ein brotpart av tí, sum vit nú vita um oljuvinnuna, eru teir allir á einum máli um.
Og tað er nevniliga endamálið við hesum spælinum. At læra ungdóm í Føroyum meira um oljuleiting og vinnuna sum heild. Tað halda teir tríggir er eydnast fyrireikarunum til fulnar.

Xplore
Spælið byrjaði 4. november og hildið varð fram í tvær vikur til finalistarnir vóru funnir. Teir tríggir greiða frá, at tað vóru trý útbjóðingarumfør og so ráddi um at bjóða rætt og hægst. Teir vísa eina plátu, sum er býtt upp í smáar blokkar, sum luttakararnir so bjóðaðu uppá. Ikki fekst at vita, hvat aðrir møguligir bjóðarar høvdu bjóðað, so tí ráddi um ikki at bjóða ov lágt. Tann , ið átti hægsta boð fekk so blokkin. Og so var bara at fara í gongd við at leita og vita, um nøkur olja var.
Teir siga, at hetta spælið eins væl og onnur spøl eisini hevur nógv við hepni at gera og vísa á, at teir vóru sera hepnir í øðrum útbjóðingarumfari. Tá høvdu teir bjóðað upp á tríggjar blokkar, sum tað ikki eydnaðist teimum at fáa og tískil bleiv ein blokkur tilvildarliga tillutaður teimum. Hesin blokkur vísti seg so, tá farið varð at bora, at vera fullur av olju.
Spurdir um tað er spennandi at luttaka í einum tílíkum spæli, siga teir, at longri tað leið út á kappingina, meiri spennandi bleiv tað.
- Serliga tað seinasta korterið var spennandi, tí tá lógu vit bert 0,5 prosent frammanfyri nummar tvey. Men teir funnu ikki nakað í teirra blokki og so vunnu vit at enda við umleið trimum prosentum, greiðir ein teirra frá.
Teir siga, at teir høvdu ikki trúð, at tað var so nógv at vita, tá tað kemur til oljuvinnuna, og teir fegnast samstundis um, at teir hava fingið henda møguleikan til at ogna sær so nógva vitan um hana.
- Hetta er ein fínur háttur at læra okkum ungdómar, tí um vit skuldu lisið okkum til alt hetta, sum vit nú hava lært, so hevði so gott sum onki sitið eftir í høvdinum. Tí ein lærir best við at sleppa at royna seg sjálvur, siga teir tríggir, sum eru spentir til finaluna, sum verður á skrivstovuni hjá Agip fríggjadagin 29. novembur, og tá hittast teir fimm bólkarnir í stríðinum um at gerast vinnari av kappingini og 15.000 krónum.

Bólkarnir, sum fara at kappast í finaluni, eru:

Tekniski skúli í Klaksvík
Hallur Joensen
Rói Jacobsen
Gunnleivur Biskopstø

Studentaskúlin og HF skeiðið í Eysturoy
Sveinur Justinussen
Jaspur Højgaard
Hallur Simonsen

Rakul Mortensen
Súsanna K. Nielsen
Mary Højgaard

Føroya Handilsskúli, Kambsdalur
Unn Laksá
Birgit Johannesen
Elsa Olsen
Absalon í Gerðum

Tekniski skúli í Klaksvík
Hjalmar Andreassen
Helgi Hvannastein
Julius Biskopstø
Jógvan Gerðalíð