Finalistar vitja á Skála

Kvinnurnar hjá Kyndli hava vissað sær finaluplássið. Í dag hevur VÍF møguleika at gera tað sama

Eftir at tær í gjár vunnu útsetta útidystin móti VB, skal Kyndil í dag inn á Skála at spæla. Her kunnu tær spæla púrasta frítt, nú finaluplássið er veruleiki, men framvegis er nytta í at vinna, tí oddasessurin gevur jú fyrimunin av heimavølli í eini møguligari triðu FM-finalu.

 

Eftir øllum sólarmerkjum at døma, so verður tað VÍF, sum verður mótstøðuliðið i finaluni. Hetta kann VÍF staðfesta, um tær í dag vinna útidystin móti Neistanum, sum er nummar trý á stigatalvuni. Neistin skal hinvegin vinna, um tær skulu halda fast í lítla møguleikanum, sum framvegis er fyri einum finaluplássi.

 

Triði dysturin í Elektron-deildini í dag er í Vági, har VB tekur ímóti Stjørnuni.

 

Bæði í Havn og á Skála byrjar dysturin klokkan 14.30. Í Vági er fyrsta bríksli klokkan 15.00.