Finalan verður leygardagin

Seinasta umfar í bestu sponsku deildini verður leygardagin og lagt er upp til sanna finalu á Camp Nou leikvøllinum í Barcelona.

Oddaliðini í bestu sponsku deildini hava tað trupult við at taka av møguleikanum, til at fara avstað við oddasessinum. Øll trý oddaliðini settu í gjár stig til í sínum dystum.

 

Real Madrid, ið er komið í Champions League finaluna, tapti á útivølli 2-0 móti Celta Vigo. Brasilianski álopsleikarin Charles skeyt bæði málini fyri heimaliðið.

 

Grannarnir hjá Real Madrid, Atletico Madrid, ið er oddalið í deildini, settu eisini stig til í gjár, tá teir á heimavølli leiktu 1-1 móti Malaga. Um Atletico Madrid hevði vunnið dystin í gjár, høvdu teir tryggja sær meistaraheitið.

Tað var Malaga, ið kom á odda í dystinum, tá Samuel Garcia eftir einum góðum tíma, legði Malaga á odda.

Belgiumaðurin á Atletico Madrid liðnum, Toby Alderweireld, fekk tó javnvág í dystin aftur, tá tað restaði eitt korter.

 

Heldur ikki Barcelona megnaði at fáa fult í gjár. Barcelona spældi málleysan javnleik á útivølli móti Elche.

 

Leygardagin er seinasta umfar í La Primera Divison. Merkisvert er at nummar eitt og tvey møtast innanhýsis í seinasta umfarinum. Barcelona tekur á heimavølli móti Atletico Madrid, ið er 3 stig frammanfyri Barcelona. Barcelona er við einum sigri, betri innanhýsis í kappingini enn Atletico Madrid og tí vilja teir vinna meistaraheitið, um teir vinna dystin leygardagin.

Atletico Madrid hevur tó nokk við einum javnleiki. Um Atletico Madrid vinnur meistaraheitið, er tað fyrstuferð síðani 1995-1996, at Atletico Madrid er besta liðið í Spania.

 

 

 

 

Celta Vigo - Real Madrid 2-0 (1-0)

1-0 Charles, 43.

2-0 Charles, 64.

 

 

Atletico Madrid - Malaga 1-1 (0-0)

0-1 Samuel Garcia, 66.

1-1 Toby Alderweireld, 74.

 

 

Elche - Barcelona 0-0 (0-0)