Finalan verður á ólavsøku

Sílið vann í dag, og harvið verður finaluróður á ólavsøku millum dreingjamanningarnar

Tað verður í hvussu so er ein finaouróður um FM heitið á Havnarvág á ólavsøku. Hann verður millum 5-mannaførini við dreingjum.

Í dag vann Sílið hjá Havnar Róðrarfelag á Frúnni úr Miðvági. Harvið er Frúgvin eitt stig undan Sílinum. Um tað stendur á jøvnum, tá ið kappingarárið er liðugt, so er tann meistari, sum vinnur á ólavsøku.

Tað var leingi heilt tætt millum tveir teir fremstu bátarnar, meðan Tjaldrið, sum fleiri ferðir fyrr í summar hevur verið við í kappingini um fremsta plássið, skjótt datt eina bátslongd afturum.

Í sjálvum endaspurtinum glapp tað hjá Sílinum, sum fór um málið tað mesta av einari bátslongd undan Frúnni.

1Sílið05:12.19  
2Frúgvin05:14.23  
3Tjaldrið05:20.21  
4Beinta05:31.17  
5Kollur05:35.18  
6Blikur05:44.17  
7Ternan05:50.03

 

1Frúgvin38  
2Sílið37 
3Tjaldrið33 
4Beinta21  
5Kollur18  
6Ternan11 
7Blikur7  
8Hulda2