Í gjár var kappingarnevndin hjá FSF saman við grunninum fyri Tórsvøll og hugdi at Tórsvølli. Niðurstøðan var rættiliga greið.
Ítrottarliga er tað ikki forsvarligt at spæla á vøllinum, tí hann er rætt og slætt ov vátur, sigur Høgni í Stórustovu, formaður í Kappingarnevndini.
Skotbráið er nú so stutt, og Gundadalur hevur somu ítrottarligu karmar runt vøllin við áskoðaraplássum allan vegin runt. Aftrat tí hevur finalan altíð verið spæld í Havn, sigur hann, men leggur so aftrat, at tað í sjálvum sær ikki er nakað argument.
Í gjárkvøldið fingu feløgini boð um avgerðina hjá Kappingarnevndini, og finalan verður spæld kl. 17.00 í morgin.
Hví ikki í Klaksvik
Venjarin hjá KÍ er Tony Paris, og hann hevur hesa viðmerking til avgerðina.
Vit gleddu okkum til at spæla á grasi, men sum vøllurin og veðrið er beint nú, so hevði at verið eitt stórt runukríggj at spælt har, so tað er fínt at dysturin verður fluttur av Tórsvølli.
Men eg eri ikki heilt nøgdur við, at skula spæla á ovara vølli í Havn. Tað er jú heimavøllurin hjá B36, og tað tykist mær undarligt, at finalan ikki skal spælast á uttanveltaðum vølli, sigur Tony Paris.
Eg meini so við, hví kunnu vit so ikki bara spæla finaluna í Klaksvík, har vit hava yvirdekkaði áskoðarapláss og góð viðurskiftir í allar mátar, spyr venjarin hjá KÍ.
Tony Paris sigur tó, at KÍ sjálvandi fer at spæla finaluna á ovara vølli í Gundadali.
Tað er so seint nú at gera nakað meiri við málið, og vit vilja helst øll bara hava finaluna spælda nú, sigur Tony Paris.
B36 fær ikki fyrimun
Magni Mohr sum saman við Sigfríða Clementsen er venjari hjá B36, heldur ikki at teir fáa heimavallarfyrimun, sum Tony Paris sigur.
Nei, tað fáa vit ikki. Tað vera líka nógvir klaksvíkingar á vøllinum sum B36arar, og helst eisini líka nógvir áskoðarar, so í so máta verður tað ongin fyrimunur hjá okkum.
Hinvegin høvdu vit havt ein nógv størri fyrimun, um vit spældu á grasi, tí vit hava so nógvar leikarar, sum eru royndir á grasvølli, og tí er tað eitt lítið vónbrot nú finalan er flutt, sigur Magni Mohr.
Hann vísir tó á, at tað í verandi støðu er fullkomiliga ógjørligt at spæla á Tórsvølli.
Vit royndu at venja har mikukvøldið, men tað var fullkomiliga ógjørligt, sigur Magni Mohr, annar av venjaraparinum hjá B36.









