Finalan verður góð propaganda fyri fótbóltin

HM finalan í kvøld verður góð propaganda fyri tann góða fótbóltin. Spanski landsliðsvenjarin, Vicente del Bosque, sigur við AP, at finalan í kvøld stendur ímillum tvey álopssinnað fótbóltslið, sum bæði eru í hæddini beint nú

Hvørki Spania ella Niðurlond hava nakrantíð vunnið HM áður, men akkurát tey bæði liðini hava víst mest álopssinnaða fótbóltin í kappingini og tað hevur ikki minkað um spenningin undan finaluni í kvøld.

- Bæði liðini hava frálíkar, tekniskar spælarar við góðum hugflogi og frálíkum eyga fyri spælinum. Finalan verður góð propaganda fyri fótbóltin.

Bæði liðini eru sigursvand. Niðurlond hava vunnið teir seinastu 25 dystirnar og spanska landsliðið hevur bara tapt tvær ferðir allar teir 32 dystirnar, Del Bosque hevur staðið við róðrið.

- Hetta verður ein jøvn finala ímillum tvey lið, sum hava uppiborið at vera í henni, sigur spanski venjarin.

Hetta er triðju ferð, at Niðurlond eru í finaluni. Hinar báðar fyrru finalurnar taptu teir, í 1974 taptu teir 2-1 fyri Vesturtýsklandi og í 1978 taptu teir 3-1 fyri Argentina og onki er at ivast í, at teir ætla, at triðju ferð skal vera.

Hinvegin er hetta fyrsta finalan hjá Spania, men teir eru evropameistarar og fara av øllum alvi at royna at vinna sær heiðurin at kalla seg heimsmeistara eisini.

Skuldi tað framvegis verið onkur, sum ikki hevur fingið tað við, verður tað altso í kvøld klokkan 19.30, at finalan um heimsmeistaraskapin í fótbólti verður