Finalan sat í beinunum

Jóhan V. Gunnarsson var millum frægastu B36-leikararnar í gjár og heldur hann, at finalan hevði sína ávirkan á dystin.

 
– Finalan kann hava havt sítt at siga í dystinum í gjár. Tað eru bert fáir dagar síðani vit spældu hana, og vit vóru nokkso tungir nú, sigur Jóhan.
Men hóast tung bein so sat B36 nokkso trygt á tí, til tað bara restaði eitt korter eftir, men tá glapp so.
– Tað kann sjálvandi vera finalan, sum spældi inn har, men vit gera eisini nakrar útskiftingar. Fróði og Sylla fara báðir út og teir eru berandi kreftir á liðnum, og tað merkja vit eisini, tá teir ikki eru har, greiðir Jóhan V. Gunnarsson frá.
Hann er eisini harmur um, at tað ikki eydnaðist at stýra sigurin heim, tá tað annars sá hampiliga gott út.
– Vit eru øgiliga skuffaðir, og tað er heldur ikki nóg gott at vit missa soleiðis. Men vit kunnu framvegis avgera tað sjálvir í Gøtu leygardagin, og tað ætla vit at gera, sigur Jóhan V. Gunnarsson at enda.