Í dag er stóri dagurin í Glitnir, tá fýra kvinnur og fýra enn fara at kappast um tvey pláss til altjóða finaluna í Karaoke, sum verður í Singapore.
– Kappingin verður óivað hørð, men tað er eisini neyðugt, um vit skulu gera okkum galdandi, tá HM fer av bakkastokki á Sentosa Island í Singapore, siga fyrireikararnir.
Tað er Glitnir, ið sum vanligt er karmur um stóru finaluna, sum byrjar nú klokkan 21 í kvøld.