Finalan í Firmakappingini á FM1 klokkan 14.10 fríggjadagin

Sendingin byrjar klokkan 14. Finalan í Firmakappingini verður millum SPEKT og Bygma Balslev

Aftaná Korona-seinkingar er loksins komið fram til finaluna í Firmakappingini hjá FM1.

Finalan í Firmakappingini verður millum SPEKT og Bygma Balslev.

Finalan verður á FM1 í morgin. Sendingin byrjar klokkan 14, og eitt lítið korter seinni verður ein væntandi spennandi finala millum tvær dugnaligar fyritøkur, ið hava staðið seg framúr væl higartil í spurnarkappingini hjá FM1. 

Øll kunnu hoyra finaluna millum SPEKT og Bygma Balslev á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5, FM 98,7.

Høvuðsvinningurin í Firmakappingini er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.