Nakað HM-heiti verður talan neyvan um, men vónirnar eru, at Pál Joensen kann svimja seg fram til finaluna. Pál er undan kappingini styrkismettur sum nummar 9 á 1.500 metra teininum í frísvimjing, og tí kann málið røkkast, um vágbingurin svimur til sítt allarbesta.
Umframt Pál Joensen eru Kári á Høvdanum, Shaila millum Garðarnar og Mona Simonsen við í kappingini.
Eurosport sendir beinleiðis frá HM-kappingini í Manchester, og tí ber til at fylgja við, tá føroysku svimjararnir eru í hylinum.