Stórur spenningur var undan dystunum í hondbóltskappingini hetta vikuskiftið. Kyndil, VÍF, StíF og H71 høvdu øll møguleikan at ogna sær meistaraheitið, men ósigrarnir hjá vestmenningum og hoyvíkingum førdu við sær, at tað nú bert eru Kyndil og StíF, ið hava henda møguleika. Sostatt fáa vit ein nýggjan føroyameistara hetta kappingarárið, nú VÍF hevur spælt sær av við sín møguleika.
Kyndil liggur á odda undan seinasta umfari, og teir hava tvinni stig meiri enn strandingar. Hetta merkir, at fyri Kyndil er tað nóg mikið við einum javnleiki móti StíF, meðan strandingar noyðast at vinna, um teir skulu gerast meistarar. Um liðini vera jøvn í stigum, gerast strandingar meistarar, tí teir hava bestu málúrtøkuna. Avgerandi málúrtøkan er tann samlaða fyri alla landskappingina og ikki bert fyri endaspælið. Hetta ger, at StíF hevur ein málmun, sum sigur +108, meðan málmunurin hjá Kyndil er +92.
Lagt upp til tað stóra brakið
Tað er eingin ivi um, at tað er lagt upp til tað stóra brakið á Skála leygardagin. Bæði liðini eru svong eftir at gerast meistarar. Siðvanda havnarliðið Kyndil hevur ikki vunnið meistaraheitið síðani 1996, meðan strandingar hava bíðað enn longur. StíF hevur ikki verið føroyameistari í bestu mansdeildini í hondbólti síðani 1945! Landskappingin í hondbólti byrjaði í 1943, og strandingar vunnu kappingina tey fyrstu trý árini á rað.
At spenningurin er stórur millum fólk á vestara armi av Skálafjørðinum man lítil ivi verða um, og tað óivað eisini mong kyndlafólk, ið fara at ganga við spenningi í kroppinum komandi vikuna.
VÍF og H71 úti av spælinum
Tað kom kanska eitt sindur óvart á summi, at verandi føroyameistararnir úr Vestmanna skuldu lúta fyri strandingum á Skála sunnudagin, tá ið havt verður í huga, at VÍF eina viku frammanundan hevði bast oddaliðnum Kyndil. Men tað er kanska ikki so undrunarvert, at StíF var við yvirlutan, tí strandingar hava havt eitt gott tak á vestmenningum í hesum kappingarárinum. Fýra ferðir hava liðini hitst í landskappingini, og eftir at VÍF hevði vunnið á Skála í tí allarfyrsta umfarinum av kappingini, hava strandingar vunnið hinar tríggjar dystirnar ? tveir í Vestmanna og ein á Skála. Liðini stóðu eisini yvir av hvørjum øðrum í steypafinaluni, men tá vóru tað vestmenningar, ið vóru við yvirlutan.
Greitt er, at tað er eitt stórt vónbrot fyri vestmenningar, at teir ikki endurvinna meistaraheitið í ár, men tað kann ásannast, at avrikini hjá vestmenningum í ár ikki hava verið eins støðug og undanfarin ár. Haraftrat hevur tað verið ein stórur missur fyri VÍF, at teir ongantíð hava fingið fult gagn av leikandi venjaranum, Daniel Rapa, tí at hesin hevur verið meiddur tað mesta av kappingini.
Hoyvíkingar høvdu undan dystinum móti Kyndli sunnudagin enn møguleikan á pappírinum at gerast meistarar, men hesin møguleiki var ikki serliga stórur. Eftir ósigurin sunnudagin er hesin møguleikin nú farin, og oddafiskarnir í H71 noyðast nú at fara og hugsa um komandi kappingarár. At Kyndil skuldi vinna so lætt á hoyvíkingum, var eitt sindur óvæntað, men tað var eitt skert H71-lið, ið teir grønu úr Havn møttu. Leikandi venjarin hjá H71, stórskjúttin Hans Guðmundsson, var leikbannaður, og tá ið so álitið í verjuni, Olaf Vestergaard, fekk reyða kortið tíðliga í dystinum, var dysturin avgjørdur til fyrimuns fyri Kyndil.
Góður endi á spennandi kappingarári
Tað er lítið yvir at dylja, at hondbóltskappingin í ár er tann mest væleydnaða í longri tíð. Serliga hjá monnunum hevur spenningurin verið stórur, og liðini hava verið sera jøvn. Eingin dystur hevur verið vunnin undan síðsta bríksli, og ofta hava marginalarnir verið sera smáir.
Tey fimm liðini, VÍF, StíF, Kyndil, H71 og Neistin, hava øll vunnið á hvørjum øðrum upp á skift, og so hava kollfirðingar eisini gjørt ein vørr til tíðir og vunnið á summum av teimum sterkaru liðunum. Einasta liðið, sum veruliga er dottið niðurímillum, er Tjaldur, hóast teir mangan vóru nær við at ogna sær stig.
At kappingin í ár so av tilvild endar við eini finalu, er bara prikkurin yvir i?ið. Hvussu tann dysturin fer at spæla av, er ilt at meta um, men seinni í vikuni fara vit í ítróttarsosialinum at lodda dýpið fyri at vita, hvussu liðini eru fyri undan seinasta og avgerandi dystinum um FM-heitið 1999.
Stjørnan vann á føroyameistarunum
Einasti dysturin í kvinnudeildini um vikuskiftið, var í Klaksvík, har Stjørnan fekk vitjan av føroyameistarunum úr Kyndli. Sum ikki einaferð, so prógvaðu klaksvíkskvinnur, at tær hava eitt sera gott tak á Kyndli, og tær vunnu til endans ein sannførandi sigur, og Kyndil tapti fyri fyrstu ferð í endaspælinum.










