Finala í Nósabarnaprix

Mánakvøldið fara 6 gentur og ein drongur at kappast um vinnaraheitið av Nósabarnaprix 2003. Finalan verður í Badmintonhøllini í Havn

Fyrireikararnir av Nósabarnaprix ætla at gera nógv burturúr finaluni, sum verður í Badmintonhøllini í Havn mánakvøldið klokkan 19.00
        Stórur prýddur pallur verður settur upp, og í steðginum koma Angela og Hannibal at undirhalda. Tey hava nógv nýtt á skránni, verður sagt.
        Tey bæði, Angela og Baby-James, verða frásøgufólk til hetta tiltakið, sum verður frá klokkan 19 ? 21.00.
        Tað verða 7 finalistar, ið skulu kappast um sigurin av Nósabarnaprix 2003. Tey gjørdust vinnarar av undakappingunum, sum hava verið runt í landinum.
       
 
Nósafløga
 
Í samband við Nósabarnaprix, verður fløga givin út. Á henni syngja allir finalistarnir og trý av teimum, sum gjørdust nummar tvey til undankappingarnar.
        Tá undankappingarnar vóru av, var lutakast um, hvør av teimum, ið gjørdust nummar tvey, skuldu sleppa við á fløguna.
        Hepnu vinnararnir av lutakastinum vórðu, Ansa Højgaard Søldafjørður, Jóna Poulsen, Sumba og Durita Djurhuus úr  Kollafirði.
Fløgan, Nósabarnaprix 2003, kemur á marknaðin beint eftir ólavsøku. Á fløguni verða 10 sangir.
 
Hørð kapping
 
Hetta er annað árið, at børn hava fingið møguleikan at royna seg í Nósabarnaprix.
        Eftir hvat skilst, er ætlanin at umskipa kappingina komandi ár, men eftir hvørjum leisti tað fer at verða gjørt, er ikki heilt greitt enn.
Vinnarin av Nósabarnaprix 2003 fær 10.000 krónur og stórt steyp til ognar. Nummar 2 og 3 fáa eina peningagávu, og eisini verða gávulutir til allar finalistar og gestasangarar.
Millum gestsangarnar verða tær tríggjar, Ansa, Jóna og Durita.
Fyrireikararnir vilja einki siga um, hvør er favorittur at vinna kappingina, men vit skilja á lagnum, at kappingin verður hørð, tí børnini liggja sera javnt.
Atgongumerkini verða seld við dyrnar og kosta 100 krónur, tó sleppa børn undir skúlaaldur inn fyri 40 krónur.
Atgongumerkini kunnu eisini fáast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn, telefon, 315788.