Finala í Karaoke fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið verður finalan í Føroyameistarkappingini í Karaoke. Tríggjar kvinnur og tríggir menn skulu kappast um tvey pláss í heimsmeistarakappingini. Tveir vinnarar verða funnir fríggjakvøldið, ein hjá kvinnum og ein hjá monnum, og vinnararnir sleppa ein túr til Russlands at kappast um stóra heimsmeistaraskapið í karaoke.

 

Hetta er ein kapping sum verður skipað av felagsskapinum Karaoke World Championship, KWC.

 

Felagskapurin er settur á stovn í 2003 og hevur hildið á við kappingum líka síðani. Somuleiðis er kappingin bara vorðin størri, ár fyri ár. Føroyingar komu upp í samstarvið í 2008.

 

Í ár er vinningurin ein møguleiki at kappast móti heimsins mætastu tjóðum í Moskva, men endaligi heimsmeistarin hjá kvinnum og monnum vinna sær eisini ein eittára plátusáttmála og eina stóra peningaupphædd. Hendan var á 75.000 krónur í fjør, men er enn ikki kunngjørd í ár.

 

Tey luttakandi eru, hjá kvinnum Óluva Maria Højgaard, Birita Adela Davidsen og Durita Sumberg Poulsen, og hjá monnum, Heri Olsen, Dánjal Gomez og Mike Viderø.

 

Rás2 fer at senda beinleiðis frá kappingini fríggjakvøldið, sum verður í Glitnir í Tórshavn.