Fimtu ferð Real Madrid setur keypsmet

Nýggi Real Madrid spælarin, walisiski Gareth Bale er komin í eitt fínt selskap. Hetta er fimtu ferð, at Real Madrid setur heimsmet, tá tað kemur til keyp av einum fótbóltsspælara.

 

Gamla keypsmetið hjá Real Madrid er frá 2009, tá teir keyptu Christiano Ronaldo frá Manchester United fyri 94 miljónir evrur. Sama árið keypti Real Madrid brasilska spælaran, Káka frá italska felagnum, AC Milan fyri 68 miljónir evrur. 

 

Áðrenn keypsmetið í 2009 var franski bóltsnillingurin, Zinedine Zidane keypsheimsmetið hjá Real Madrid. Tá Real Madrid keypti Zidane frá italska felagnum, Juventus í 2001 kostaði hann 75 miljónir evrur.

 

Fyrsta heimsmetið hjá Real Madrid var portugisiski miðvallarin, Luis Figo, sum Real Madrid keypti frá FC Barcelona í 2000 fyri 62 miljónir krónur.