Fimti sigurin til Heiðabátin

Heiðabáturin hevur vunnið allar róðrarnar hjá 8-mannaførunum í ár í stórum stíli, og aftur á Fjarðastevnuni megnaði Heiðabáturin at vinna róðurin, men leingi var tað í harðari kapping við Árnfirðing.

 

Tað var annars Ørvur, sum fekk bestu byrjanina upp á róðurin, men ikki gekk long tíð, fyrrenn bæði Heiðabáturin, Árnfirðingur og Argjabáturin høvdu lagt Ørv aftur um seg, og so var tað enn einaferð Heiðabáturin, sum setti seg á róðurin.

 

Hesaferð fingu teir tó stóran part av málinum harða kapping frá Árnfirðingi, og líka til 400 metrar vóru eftir at rógva, var bert ein skutur á muni millum bátarnar.

 

Móti endanum var tó eingin ivi. Tá økti Heiðabáturin um munin, soleiðis at á leið ein bátslongd var á muni niður til Árnfirðing, tá bátarnir komu á mál. Argjabáturin endaði á triðja plássi.