Statoil sigur seg nú hava fingið vissu fyri, at tann seinasti norðmaðurin, sum hevur verið saknaður síðani gíslatøkuna í Algeria, er deyður.
Talan er um tann 56 ára gamla Victor Sneberg. Hann hevði arbeitt hjá Statoil síðani 1986. Hann var økisleiðari hjá felagnum og stóð á odda fyri virkseminum í Algeria.
Líkini av hinum fýra norðmonnunum, sum doyðu í atsóknini fyri fjúrtan døgum síðani, komu við flogfari til Noregs í gjár.
Yvirgangsatsóknin hann 16. januar kostaði 38 gíslum og 29 yvirgangsmonnum lívið.