Fimti lakasta vinnaratíðin

Hóast Klaksvíkingur tóktist rógva framúr væl, tá ið hann vann sannførandi ólavsøkusigur, so var vinnaratíðin avgjørt ikki millum tær bestu

Kappróðrarkøn høvdu á orði, hvussu væl Klaksvíkingur róði, tá ið hann ólavsøkuaftan vant burtur úr kappingarneytunum. Fregnast var eftir, um tíðin møguliga var nýtt met. Gamla metið setti Skálabáturin í 1992, og metið hjá skálamonnum er framvegis galdandi.
Róðrartíðin hjá Skálabátinum í 1992 var 3.52.00. Vinnaratíðin fyri tjúgu árum síðani er so nógv betri enn tann, sum Klaksvíkingur vann við hesa ferð. Vinnaratíðin hjá Klaksvíkingi var 4.15.07 ella 23.07 sekund lakari enn tann hjá Skálabátinum í 1992. Tað er rættuliga stórur munur, tá ið havt verður í huga, at róðrarteinurin bara er 900 metrar.
Torført er at sammeta manningina á Skálabátinum fyri 20 árum síðani við manningina á Klaksvíkingi, sum so sannførandi vann FM í ár.
Tað kann væl hugsast, at manningarnar ikki eru so langt frá hvørjari aðrari í styrki, úthaldni og teknikki. Um tær eru tað, so kunnu tað vera onnur viðurskifti, sum eru orsøk til, at vinnaratíðirnar á Ólavsøku vóru so ymiskar.
Onnur orsøkin er veður og vindur. Tá ið Skálabáturin setti metið í 1992, var tað slætt í sjónum, og lágættarlotið var undan. Hesa ferð var tað nógv djálv í sjónum, serliga frá argjalandinum og inn á Molan, og tað var frískt høgættarlot ímóti.
Hin orsøkin er kappingin. Hesa ferð var Klaksvíkingur fimm sekund frammanfyri Suðuroyingin, sum var næstfremstur. Fyri tjúgu árum síðani varð Skálabáturin ógvuliga pressaður. Ta ferðina var munurin frá Skálabátinum og aftur til Havnarbátin bara 00.32 sekund. Tíðin hjá Skálabátinum var 3.52.00, og tíðin hjá Havbarbátinum var 3.52.32.
Sambært yvirlitið á drekin.fo, so var vinnaratíðin hjá Klaksvíkingi hesa ferð fimti lakasta vinnaratíðin á Ólavsøku síðani 1973. Lakastu tíðina eigur Nólsoyingur, sum í 1985 vann ólavsøkuróðurin í tíðini 4.32.10. Í 1979 var tíðin hjá Nólsoyingi 4.18.40. Vinnaratíðin hjá Eysturoyingi í 1998 var 4.16.18, og í 1980 vann Havnarbáturin á Ólavsøku í tíðini 4.15.60.
Í 2001 var um reppið, at Havnarbáturin tók metið frá Skálabátinum. Tað ferðina var vinnaratíðin hjá Havnarbátinum 3.52.03. Triði bestu vinnaratíðina í ólavsøkukappróðrinum millum 10-mannaførini eigur Klaksvíkingur. Í 2009 var vinnaratíðin hjá honum 3.56.19.