Tey ungu roykja kanska í meira lagi. Men tey sum roykja fækkast í tali. Tað vísir ein kanning, sum deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur gjørt um roykivanarnar hjá næmingum í 9. flokki.
Kanningin fevnir um 557 næmingar, og vísir greitt, at 22 prosent av dreingjunum og 15 prosent av gentunum søgdu seg hava roykt seinastu 30 dagarnar.
Úrslitið sigur eisini, at um níggju prosent av øllum næmingunum søgdu seg roykja dagliga, longu tá teir vóru 13 ára gamlir ella yngri.
Henda kanningin verður gjørd í samstarvi við 35 lond í Europa, og vísir greitt, at roykingin millum tey 15 ára gomlu minkar ár undan ári, og at tað eru fleiri dreingir enn gentur sum roykja.
- Tað serstaka er, at henda broytingin er hend seinastu fimm árini, tí í 2007 royktu fleiri gentur enn dreingir, sigur Pál Weihe, yvirlækni.
Av øðrum áhugaverdum úrslitum kann staðfestast, at tað er sera lætt hjá teimum 15 ára gomlu at fáa fatur á sigarettunum, hóast aldursmarkið er hægri.