Fimti hvør farin úr byggivinnuni

Trý ár á rað er talið á løntakarum í Føroyum í minkað. Síðani juli 2008 hevur minkingin verið heili 8,3 prosent.

Tað var í juli 2008, at metnógvir løntakarar vóru í Føroyum. Tá vóru 26.336 løntakarar, men síðan tá, er talið tódnað niður í 24.152. Tað er 2.184 færri og minkingin er 8,3%.

Hetta vísur uppgerð hjá Hagstova Føroya.

Størsta minkingin var frá 2008 til 2009, tá afturgongdin var um 1.000 løntakarar, men seinasta árið hevur afturgongdin verið nakað minni, eini 700 fólk.

Í juli 2008 vóru 4.070 løntakarar í byggivinnu og aðrari tilvirking, síðan eru nærum 900 farin úr vinnunum og tað svarar til at meira enn fimti hvør er farin av arbeiðsplássinum.

Áleið 10% færri eru til arbeiðis innan fiskivinnu og aðra tilvirking og í privatu tænastuvinnunum. Innan almenna og aðra tænastu eru eitt vet fleiri løntakarar.