Fimti altjóða filmsprísur til Føroya

Enn einaferð hevur føroyski ferðafólkafilmurin hjá Visit Faroe Islands vunnið altjóða filmsprís.

Enn einaferð hevur føroyski ferðafólkafilmurin hjá Visit Faroe Islands vunnið altjóða filmsprís.

 

Um vikuskiftið var Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum, í Portugal fyri at taka móti altjóða prísi á »ART&TUR International Tourism Film Festival« í Porto.

 

Prísurin í Porto er fimti altjóða prísur, sum føroyskt framleiddi filmurin higartil hevur fingið í 2014.

 

– Hetta er ein stórur heiður til allar Føroyar, tí filmurin er trúgvur móti teimum upplivingum, sum Føroyar hava at bjóða ferðafólkum, sigur Tór Verland Johansen.

 

Ein av dómarunum, Rupert Parker, journalistur og framleiðari fyri millum annað National Geographic Traveller, Discovery og BBC, legði dent á, at ein ferðafólkafilmur skal fáa fólk at ynskja at vitja landið:

 

– Rupert var avgjørdur og vísti á, at styrkin við okkara filmi júst er, at filmurin gevur fólki hug at ferðast til okkara oyggjar, sigur Tór Verland og leggur afturat, at Rupert sjálvur hevur verið í Føroyum í samband við hansara arbeiði sum miðlafólk innan ferðavinnu:

 

– Hann var hugtikin av filminum, tí at hann lýsir Føroyar á sama hátt, sum hann sjálvur hevur upplivað landið.

 

Filmurin hevur fyrr vunnið prísir innan katagoriirnar editing, eco-tourism, outdoor tourism og marknaðarføring av ferðamálum. Í Portugal varð filmurin heiðraður fyri besta filmshandrit.

 

Nú árið er við at halla, er fimti altjóða prísurin til føroyska filmin kanska tann seinasti í ár, men Tór Verland vísir á, at vónandi fer tann nýggi vetrarfilmurin eisini at skapa áhuga runt heimin:

 

– Summarfilmurin hevur veruliga gingið sína sigursgongd í 2014, og tað eru vit sera errin og fegin um. Vit meta tó at nýggi vetrarfilmurin, sum varð avdúkaður seinast í september og sum eisini er gjørdur fyri Visit Faroe Islands, hevur somu dygdir, sigur Tór Verland Johansen.

 

– Av tí at árstíðin er ein onnur, er eisini ljósið, tónleikurin og kenslan øðrvísi enn í summarfilminum, men konseptið er tað sama, sigur Tór Verland Johansen at enda.

 

Tað eru føroysku Sansir og Kovboyfilm, sum saman við donsku Liquidminds hava staðið fyri framleiðsluni av prísvinnandi summarfilminum. Sama toymi hevur staðið fyri nýggja vetrarfilminum, sum var avdúkaður fyri einum mánaði síðani.