At vera kirkjutænari, hevur verið eitt starv, sum altíð hevur verið høgt í metum í gamla, føroyska bygdarsamfelagnum.
Og tað er ikki so løgið, tí kirkjan er væl kjølfest í gamla bygdar-samfelagnum. Og eitt er vist, at vóru tað ikki fyri hesar kirkjutænarar, sum óløntir, sunnudag eftir sunnudag, útintu sítt yrki, var kirkjuni heldur ikki lív lagað.
Vanliga myndin av einum klokkara, ella einum dekni, er, at tað er ein eldri, ella í hvussu so er, tilkomin maður. Og tann, sum er klokkari, ella deknur nóg leingi, fær eisini heiðurstekin frá drotningini fyri langa og trúgva tænastu.
Um Jákup Pauli Sigurheim heldur so leingi, at hann fer at fáa heiðurstekin frá drotningi, skal ikki metast um her.
Men í hvussu so er má sigast, at hann svarar ikki til vanligu myndina av einum klokkara.
Hóast Jákup Pauli Sigurheim einans er 15 ára gamalur, hevur hann áræði og hug til at átaka sær ábyrgdafulla starvið at vera klokkari í Sandvík.
Hann hevur longur ringt í tveir sunnudagar og tá ið sandvíkingar jólaaftan klokkan seks hoyra kirkjuklokkuna ringja jólini inn, er tað Jákup Pauli, sum hálar í togið. Og tá ið gudstænasta verður á jólum- og frameftir, verður tað eisini Jákup Pauli, sum stendur við togendan uppi í kirkju-torninum.
Stúrir ikki fyri uppgávuni
Jákup Pauli himpraðist ikki, tá ið pápi hansara, sum er deknur, spurdi hann um hann ikki hevði havt hug at tikið yvir, eftir at gamli klokkarin í Sandvík, Herjálvur Thomsen var deyður nokk so brádliga, fyri stuttum, eftir ógvuliga drúgva og trúgva tænastu fyri kirkjuna.
Og hann stúrir heldur ikki fyri uppgávuni.
Ikki tí, tað hevur fyrr verið upp á tal, at Jákup Pauli skuldi lyfta arvin eftir Herjálv og tá var ætlanin, at hann skuldi fara í læru hjá gamla klokkaranum.
Men gamalt er, at tað, sum kemur í drag, tað kemur seinni í lag og tíansheldur legði gamli klokkarin árarnar inn, áðrenn Jákup Pauli fekk lært seg at ringja.
Men tað er nú ikki so fremmant fyri Jákup Paula, hvussu ringt verður, tí hann er trúgvur kirkjugangari og hevur altíð verið í kirkju at kalla, hvørja ferð, kirkjugongd er.
Men nú hava tey so lagt honum lag á og tað er við góðum treysti, at hann ferundir uppgávuna, hóast tað merkir, at hann skal fyrr upp sunnumorgnar enn teir flestu av javnaldrunum.
? Tað leggi eg onki í, sigur hann.
Men kortini væntar hann, at onkran dagin verður neyðugt at fáa avloysara at ringja fyri hann.
Ikki so trupult
Og at ringja er ikki so trupult at finna útav, heldur Jákup Pauli.
? Kirkjugongd er klokkan 12. Men í Sandvík brúka vit tað, at vit ringja bæði klokkan 10 og klokkan 11.
? Tá ið klokkan er 12 ringi enn inn. Og tá ið pappa - deknurin- sigur "Amen" í útgangsbønini, ringi eg útaftur. Og tað er tað sama, tá ið prestur er.
Men harumframt er tað uppgávan hjá klokkaranum at syrgja fyri, at varmi er í kirkjuni, at ljosini lýsa, at altarljósini eru tendrað og at seta kalikkin fram á altarið.
Tá ið vit spyrja hann, hvussu leingi, hann ætlar sær at vera klokkari, sigur hann stutt, at tað verður hann, til hann ikki klárar tað longur.
Tá ið Jákup Pauli nú er blivin kirkjutænari, má sigast, hann bregðar ikki burturúr ætt, tí forfedrar hansara hava verið kirkjutænarar í mong ættarlið aftur.
Oldurabbi hansara, Jacob á Hólum, var deknur og langabbi hansara, Dánjal í Heygnum, las eisini. Abbi Hansara, Niels Pauli, las eisini í kirkjuni av og á og nú er pápi hansara, Niclas, annar av deknunum.