Fleiri bileigarar kring landið fingu kanska eitt lítlan skelk í morgun, tá teir varnaðust at nummarpláturnar á bilunum vóru burtur.
Tað nyttar tó lítið hjá teimum at ringja til myndugleikarnar um tað, tí tað er løgreglan, eftir boðum frá Akstovuni, ið hevur verið úti í nátt og klipt nummarpláturnar av 15 bilum. Orsøkin er, at eigararnir ikki hava rindað vegskatt, verður upplýst á løgreglustøðini.
Seinastu vikurnar hevur løgreglan havt úr at gjørt at klipt nummarplátur á bilum, hvørs eigarar ikki hava síni viðurskiftir í ordan.
Fyrr í mánaðinum kunngjørdi Akstovan nevniliga, at stovnurin hevði latið løgregluni eitt yvirlit yvir 478 mál, har eigararnir ikki hava rindað vegskatt í fyrru hálvu í 2018.










