B36 ? ÍF 1-1 (1-0)
Dómari: Ransin Djurhuus
5. min: Bæði liðini mugu vera stýrimenninar í verjuni fyri uttan, tí Høgni Zachariassen hjá ÍF og Dmitri Jankovic hjá B36 sita báðir uttanfyri.
30. min: Framvegis málleyst í Gundadali í einum dysti, sum ikki hevur havt teir heilt stóru kjansirnar higartil.
32. min: Hjalgrím Elttør hevur lagt heimaliðið á odda í Gundadali. Róaldur Jacobsen vann bóltin og fann Jákup á Borg í høgra borði, sum legði væl innfyri til Hjalgrím Elttør, ið við handara stong stútaði bóltin í netið.
39. min: B36 søplar tveir fínar møguleikar burtur, men leiðslan hjá heimaliðnum er fult uppiborin.
43. min: Jákup á Borg er væl fyri í dag. Aftur nú er hann arkitekturin aftanfyri ein fínan møguleika, men Jákup Mikkelsen bjargar skotinum frá Magnus Olsen.
45. min: Hálvleikur í Gundadali. Heimaliðið er fult uppiborið á odda, men ÍF hevur verið nær við í tveimum umførum.
52. min: Øssur Dalbúð verður skiftur inn fyri Dánjal á Lakjuni. Hetta hevur helst við sær, at ÍF nú fer at spæla við tveimum áleyparum, tí Dánjal á Lakjuni lá ofta nakað aftanfyri Rógvi Jacobsen, sum var einsamallur frammi.
62. min: ÍF skiftur út fyri aðru ferð og Alexander Jovevic fer av vøllinum fyri Frank Poulsen, sum hevur verið nógv skaddur í ár.
63. min. Møguleiki í báðum endum. Fyrst var tað Øssur Dalbúð, sum ikki var nóg avgjørdur og drálaði og leingi og síðani var Hjalgrím Elttør ikki nóg neyvur fyri B36.
68. min: Javnleikur! Rógvi Jacobsen javnar fyri ÍF. Jan Ellingsgaard leggur væl innfyri, og sum ikki einaferð hjá ÍF er tað Rógvi Jacobsen, sum við høvdinum og umvegis stongina fær bóltin í netið.
70. min: Magnus Olsen út og inn fyri hann kemur Oddmar Færø.
80. min: Bárður Olsen, sum ikki hevur verið eins sjónligur og undanfarnu dystirnar, verður skiftur út fyri Heina í Skorini.
90. min: Christian Mouritsen takkar fyri seg í dag og Poul Arni Jacobsen kemur inn, nú tey hava rundað teir 90 minuttirnar í Gundadali.
90. min: Liðugt! Tað endaði við stigabýti í Gundadali og soleiðis sum seinni hálvleikur leið, var tað ikki óuppiborið at ÍF fekk bæði mál og stig burtur úr dystinum.
Liðini:
B36: Meinhardt Joensen ? Símun Joensen, Klæmint Matras, Fróði Clementsen, Jóhan Ellingsgaard ? Róaldur Jacobsen, Bárður Olsen (Heini í Skorini, 80.), Magnus Olsen (Oddmar Færø, 70.) ? Hjalgrím Elttør, Jákup á Borg, Christian Mouritsen (Poul Arni Jacobsen, 90.).
ÍF: Jákup Mikkelsen ? Áki Petersen, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Jan Ellingsgaard ? Andy Olsen, Alexander Jovevic (Frank Poulsen, 62.), Fritleif í Lambanum, Nenad Saric ? Dánjal á Lakjuni (Øssur Dalbúð, 55.), Rógvi Jacobsen.
--
EB/Streymur ? HB 0-1 (0-1)
Dómari: Eiler Rasmussen
10. min: Arnbjørn Hansen, sum annars skuldi byrja inni, er sjúkur og byrjar tískil á beinkinum hjá EB/Streymi.
26. min: Rógvi Poulsen hevur lagt HB á odda. Hetta hendir eftir EB/Streymur missir bóltin í uppspælinum og Fróði Benjaminsen spælir Rógva Poulsen púra leysan, og vinstri vongurin hjá HB skorar trygt.
28. min: EB/Streymur er annars tað liðið, sum hevur trýst mest henda fyrsta lítla hálva tíman bæði fyri og eftir málið, millum annað hevur Hans Pauli Samuelsen rakt tvørtræið.
45. min: Hálvleikur við Margáir í Streymnesi. HB er framvegis oman á máltalvuni, men EB/Streymur hevur havt nógvar vandamiklar royndir. Tvær ferðir hava teir rakt træverkið kring Marcin Dawid, meðan aðrir bóltar eru farnir beint framvið.
55. min: Andrew av Fløtum takkar fyri seg í dag og Tór-Ingar Akselsen kemur inn.
66. min: Dupultútskifting hjá EB/Streymi. Gudmund Nielsen og Leif Niclasen fara av vøllinum, og Alex Santos og Arnbjørn Hansen koma inn.
86. min: EB/Streymur roynir at trýsta, men hava ikki verið serliga vandamiklir hesa síðstu løtuna. Hinvegin hóttir HB hvørjaferð, teir fara í mótálop.
87. min: HB bindir um heilan fingur og tekur framrættaða Levi Hanssen út og setir meira verjukenda miðvallarleikaran Kára Nielsen inn.
90. min: Liðugt! Hóast teir spældu seks minuttir aftrat teimum 90, so eydnaðist tað ikki EB/Streymi at javna. Sostatt vann HB tætta dystin í móti Sundalagsmonnum, sum ikki megnaðu at rætta upp á minni góðu byrjanina upp á kappingarárið.
Liðini:
EB/Streymur: René Tórgarð ? Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen ? Gudmund Nielsen (Alex Santos, 66.), Pætur Dam Jacobsen, Kristoffur Jacobsen, Hans Pauli Samuelsen ? Leif Niclasen (Arnbjørn Hansen, 66.), Sorin Anghel.
HB: Marcin Dawid ? Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðrasson, Hans á Lag, Vagnur Mohr Mortensen ? Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen (Kári Nielsen, 87. min), Milan Kuljic, Rógvi Poulsen ? Andrew av Fløtum (Tór-Ingar Akselsen, 55.).
--
B71 ? FC Suðuroy 3-1 (1-1)
Dómari: Dagfinn Olsen
12. min: Mads Hentze leggur B71 fram um eftir trunkaspæl í brotsteiginum hjá FC Suðuroy, eftir at Høgni Midjord dróg inn í brotsteigin og legði innfyri.
35. min: Javnleikur á Sandoy. Obi Charles varð spældur leysur í brotsteiginum og beinanvegin vóru tríggir B71-leikarar kring hann, soleiðis at Henning Joensen gjørdist púra leysur og fekk bóltin frá Obi Charles og skoraði javnaði fyri gestirnar.
45. min: Hálvleikur! B71 byrjaði væl betri, men FC Suðuroy er síðani komið væl við í dystin og javnleikurin í steðginum er ikki av leið.
55. min: Onkrir fáir møguleikar hava verið hesa fyrstu løtuna eftir steðgin, men ongantíð hevur veruligur vandi verið á ferð.
70. min: Heimaliðið er aftur omaná. Eftir at hava sitið á stórum pørtum av seinna hálvleiki, fær Símin Hansen bóltin í kassan eftir frísparksinnlegg.
85. min: B71 er á sigurskós og hevur økt um leiðsluni. Símin Hansen legði hornaspark innfyri og fyri aðru ferð í dag er tað Madz Hentze, sum skorar fyri B71.
90. min: Liðugt! B71 vann dystin og fekk trý stig í uppflytarauppgerðini á Sandoy.