Skála hevði eina trupla uppgávu fyri í kvøld, tá ið teir fóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini, har Víkingur hevði vunnið sær betra útgangsstøðið við 1-0-sigri í fyrru hálvfinaluni.
Gestirnir smæddust tó ikki burtur ímóti heimafavorittunum, og tá ið góðir 20 minuttir vóru farnir, legði Skála seg á odda 1-0. Tað var Ólavur Mikkelsen, sum stýrdi einum innleggi frá Pæturi Dam Jacobsen í málið.
Skála fekk tó vátan vøttin, tí bara fimm minuttir seinni var tað Sølvi Vatnhamar, sum stóð á rætta stað eftir eitt innlegg og ein luftdyst. Hann kundi lættliga seta bóltin í málið, og so var støðan javnleikur 1-1.
1-1 var eisini hálvleiksstøðan, men tað var Skála, sum var betra liðið í dag og lættliga kundi havt fingið málið, sum gjørdi, at teir spentu bein fyri Víkingi og spældu seg í steypafinaluna saman við KÍ.
Víkingur megnaði tó at berja seg til 1-1-javnleik í dag, og við ein samlaðum 2-1-sigri hava teir nú spælt seg í steypafinaluna fimtu ferð á rað. Finalan verður á Tórsvølli 27. august ímóti KÍ.
Víkingur – Skála 1-1 (1-1) – (2-1 samanlagt)
0-1: Ólavur Mikkelsen, 21.
1-1: Sølvi Vatnhamar, 26.










