Fimta pláss til DM lið

Vikuskifti 22. - 23. juni var “DM-ugen” hildin í Aalborg, har fleiri enn 30 ítróttargreinar hildu danskt meistaraheiti, har ímillum var liðkapping í Olympiskari vektlyfting ein teirra.

 

Pól Hendrikur Andreasen og Niels Áki Mørk vóru úttiknir at lyfta fyri danska felagið AK Atlas. Kappingin var felag ímóti felag, heldur enn at íðkarin kappast sum einstaklingur. Hvør íðkari í felagnum samlar stig við at lyfta so nógv kilo í greinunum trekk og stoyt sum gjørligt, og tað samlaða úrslitið verður so lagt upp ímóti hinum feløgunum. 

Harraliðið hjá AK Atlas fekk eitt fimta pláss. Tó vann kvinnuliðið Danmark meistaraheiti fyri 6. fer á rað.

Lyftini hjá okkara íðkarum vóru hesi:

Niels Áki Mørk

Trekk: 88/91/94

Stoyt: 105/111/116x

Samlað: 205kg

 

Pól Hendrikur Andreasen

Trekk: 90/93x/93

Stoyt: 110/115x/116

Samla: 209kg