Lerwick: Føroyar kláraðu ikki at spæla seg í hálvfinalurnar í liðkappingini í badminton, men tá ið spælt varð um plaseringarnar frá 5 til 7, vunnu Føroyar báðar sínar dystir og endaðu nummar 5.
Teir báðir seinastu dystirnir vóru ímóti Isle of Man og Orkney.
Fyrra dystin, sum var ímóti Isle of Man, vunnu Føroyar trygt 4-1.
Bjartur Lamhauge og Guðri Poulsen vunnu sínar einmansleikir.
Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge vunnu tvímansleikin hjá monnum, Guðri Poulsen og Guðrun Poulsen taptu tvímansleikin hjá kvinnum, og Brynhild Djurhuus Carlssen og Aksel Poulsen vunnu blandað tvímansleikin.
Kláraðu eisini Orkney
Seinni dysturin var ímóti Orkney, og her eydnaðist eisini føroyska liðnum at vinna, hóast sigurin var meira tepur.
Aksel Poulsen og Guðri Poulsen vunnu sínar einmansleikir, og Erland Poulsen og Rani í Líð vunnu tvímansleikin.
Guðri Poulsen og Guðrun Poulsen taptu tvímansleikin hjá kvinnum, og Rani í Líð og Guðrun Poulsen taptu blandaða tvímansleikin.
Men samanlagt gjørdist tað til ein 3-2 sigur til Føroyar.
Hetta gav samanlagt eitt fimta pláss í liðkappingini í badminton.
Nú verður farið undir kappingarnar í einsmansleiki.









