Í norskari aling doyr fimmti hvør laksur í nótini, áðrenn hann kemur til sláturs.
Tað siga stjórin í norska Veterinærinstituttet, Brit Hjeltnes og djóralæknin í norska Mattilsynet, Aud Skrudland.
Talan er soleiðis um, at 50 miljónir laksar doyggja í norskum nótum á hvørjum ári.
Lagt verður aftrat, at hagtølini hava verið tey somu í fleiri ár og eru ikki vorðin verri.
- Onkrastaðni er talan um enn størri - og onkrastaðni um minni - felli. Hetta veldst um, hvar alibrúkini liggja, og hvørjir aktørarnir eru, sigur Brit Hjeltnes.
Granskarar vita ikki neyvt, hví deyðstíttleikin er so ymiskur kring um á aliøkjunum, men her er nógv, sum spælir inn, eitt nú sjúka, virus, vánaligt smolt og ymiskir skaðar í sambandi við aling.
- Hetta snýr seg ikki bara um umsetning og mistan pening, men eisini um djóravælveru.
Aud Skrudland vísir á, at hevði eitt so stórt tal av øðrum djórum, sum eru partur av aling, eitt nú minkum, doyð, hevði talan verið um eina djóravanlukku.
- Ov nógvur laksur doyr burtur av, og øll eru samd um, at hetta er ein uppgáva hjá alivinnuni, sigur Brit Hjeltnes.
Norsk kanning vísir, at í 2010 hevði 42% av norska alifiskinum tað vánaligt og ógvuliga vánaligt, og árini 2005 til 2010 hevði í miðal 36,6% av norskum alifiski tað vánaligt - og ógvuliga vánaligt, sum tað eitur í kanningini.
- Tað er heilt greitt, at møguleikar eru at gera nakað við hetta. Føroysk alivinna varð eisini rakt av sjúku fyri nøkrum árum síðan og hevur rættað upp á nógv ting, sum hava gjørt viðurskiftini betri.
Brit Hjeltnes heldur, at laksaalivinnan eigur at koma sær niður um 10% í felli og seinni niður um 5% í felli av laksi.
Bæði Aud Skrudland og Berit Hjeltnes halda, at norska alivinnan tekur trupulleikarnar í álvara og roynir at gera tingini betri.
Tað eru norskar heimasíður sum bera hesi tíðindi.