Fimmsettarin í Kollafirði: Samrøður frá FM1

(FM1) Guðrun L. Joensen og Sólrun Petersen hjá KÍF og Katrin Petersen hjá Fleyr settu orð á dystin KÍF-Fleyr 2-3

Kvinnurnar hjá Fleyr mistu sítt fyrsta stig hetta kappingarárið, men tær eru framvegis greitt á odda í meistaradeildini aftaná ein spennandi fimmsettara í Kollafirði, har Fleyr vann 3-2 á heimaliðnum, KÍF.

 

Settmunurin var 23-25, 25-18, 12-25, 25-21, 12-15. KÍF er fyrsta liðið sum tekur stig frá Fleyr hetta kappingarárið. 

 

Fleyr hevur 17 stig av 18 møguligum og er greitt á odda. SÍ hevur 10 stig og Mjølnir hevur níggju stig. KÍF er nummar fýra við átta stigum. TB hevur seks stig, og Dráttur er aftast við einum stigi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Guðrun L. Joensen og Sólrun Petersen hjá KÍF.


2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Katrin Petersen hjá Fleyr.

 

Guðrun L. Joensen og Sólrun Petersen iðra seg um tepra tapið, men tær halda, at tær spakuliga byrja at fáa takið á Fleyr, og tær hava vón um, at tær kunnu koppa Fleyr næstu ferð liðini møtast. Katrin Petersen viðgongur, at tað leikaði hart á hjá Fleyr, men tær eru glaðar fyri sigurin, hóast talan ikki er um fult stigatal longur.

 

HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum.