Flogbóltur
Eftir fyrstu tvey settini á Giljanesi í gjár var líkt til, at tær báðar tungu finalurnar hjá Drátti í undanfarnu vikuni skuldu kosta. TB, sum eisini vildi »hevna« hálvfinalutapið fyri Drátti í Føroya Banka-kappingini, vann lættliga fyrsta settið og sá út til veruliga at vera til dystin fús.
Dráttur fekk lyft seg eitt sindur upp í øðrum setti, men framvegis var lítil og eingin ivi um, at TB hevði munin. Tó fingu vágakvinnurnar bart seg so mikið væl inn í dystin, at tað var 17-17, áðrenn TB fekk tikið leiðsluna aftur og vunnið settið.
Kortini hevði TB mist eitt sindur av stevinum frá fyrsta setti, og tá Dráttur so mannaði seg enn meira upp, gjørdist dysturin nógv javnari. Eftir tvey tapt sett var tað Dráttur, ið hevði størri yvirskot nú og tók triðja sett.
Góða gongdin hjá heimaliðnum helt fram í fjórða setti, tá Dráttur ímóti endanum kom á odda 19-14. Men so hevði Gudrid Nolsøe nakrar góðar servur, so tað brádliga stóð 19-19. Dráttur kom aftur framum 23-20, men enn eina ferð svaraði TB aftur til 23-23. Hetta sá tó út til at kosta meira hjá TB, ið tordi illa at spæla teir báðar síðstu bóltarnar, og tá so endiliga eitt útjavnandi slag skuldi setast inn, fór tað útum, og so stóð 2-2 í settum.
TB aftur á slóðina
Fimta og avgerandi setti gjørdist tó ongantíð so javnt og spennandi, tí nú tóku tvørakvinnur, ið haraftrat skuldu hugsa um ikki at gerast ov seinar til Smyril, sær annað skinn um bak. TB fór beinanvegin framum og økti leiðsluna upp í seks stig, áðrenn Dráttur ta einu løtuna nærkaðist eitt lítið sindur, til Marina Popovic at enda avgjørdi setti og dystin við einum servuessi.
Hóast tapið var eitt afturstig í landskappingini, kunnu tær í Drátti neyvan klaga um úrtøkuna farnu vikuna, sum jú gav pláss í steypafinaluni. Hinvegin fekk TB svarað aftur og partvíst staðfest sína støðu sum fremsti avbjóðarin hjá SÍ, men helst skal nærlagnið hjá TB hvessast, skulu ikki fleiri óneyðug sett fara til spillis.
Dysturin á Giljanesi í gjár vardi tveir tímar og 10 minuttir, so tey fegnastu mundu vera áskoðararnir, ið eisini vóru frá øðrum enn feløgunum á vøllinum, tí talan var um gott undirhald á vøllinum. Og okkum kunnugt, náddu TB-kvinnurnar kortini Smyril í øllum góðum…