Arnfríður Jacobsen
Eg siti við einum pengaseðli framman fyri mær. Í sjálvum sær ein støða, ið ikki skuldi gjørt teg í døpurhuga ella elvt til nakran tankaklovning. Men tað er júst tað, hon ger.
Tí áður enn setursmaðurin hetta kvøldið smoygdi sær úr sjónvarpsstovuni, lirkaði hann hegnisliga bjálvan við tí evnafrøðisliga tilfarinum í afturum telduna. Bjálvin var stílaður til kringvarpsstjóran.
Og áðrenn sólin aftur reis, var ólukkan hend. Og so snildisliga var henda løðingin blandað, at hon rakti bert part av heilanum. Tann partin, ið hevur tol og skynsemi at gera. Og lammaði hann.
Mín trupulleiki er, at á pengaseðlinum, eg havi framman fyri mær, og sum er útgivin sambært galdandi lóg um pengaseðlar, stendur 50, og niðriundir FIMMTI KRÓNUR.
Hjá mær hevur higartil ikki verið nakar ivi, at hetta úttalast fimmti. Men sambært serfrøðini skal
F-I-M-M-T-I úttalast hálvtrýsj. Tað vil við øðrum orðum siga, at tú lesur ein tekst og úttalar hann, sum tú sjálv ella sjálvur heldur vera frægast. Men ert tú í iva, so spyrt tú kringvarpsstjóran.
Eru vit nú á rættari leið, ella? Tú skuldi trúð, vit vóru á rættari kós, tí hetta eru vísmenn, ið tala.
Fólk við dyggari útbúgving og hollari vitan. Hetta eru frøðingar, ið dagliga fóðra teg úr teirra ótømandi vitanarkeldum. Tú skalt bert gapa og svølgja. Tað, sum tú ikki megnar at sodna, spýrt tú uppaftur. So vísiliga er fyriskipað. Men lat í Jesus navni ongan síggja, at tú spýrt. Tú vilt væl ikki standa uttan fyri ringin? So her er bert eitt at gera: “Svølg, svølg, ja, kulka, um neyðugt!” Men tygg ikki. Tí tyggir tú, kann bitin kennast herskin. Og tá er skjótt at klíggja.
Men her er, eftir mínum tykki, okkurt, ið ikki ruggar rætt. Tí pengaseðilin er útgivin av myndugleikum landsins við heitinum FIMMTI KRÓNUR. Og nú kemur tað almenna kringvarpið og sigur, at hann eitur hálvtrýsjkrónuseðil. Eg haldi, hetta grípur so djúpt í samleikan hjá tí einstaka, at hetta kann ikki fara óátalað framvið. Og harafturat haldi eg,at hetta, og ein rúgva av øðrum málsligum skemti, ið kringvarpið borðreiðir við, vera vanvirðing av fólki, ið hava lagt lív og sál í at varðveita og dagføra tað føroyska málið. Tí sjálvandi er tað upp til einstaklingin, hvussu hann málber seg. Men tá tað almenna kringvarpið fer at laga sínar egnu mállógir eftir eini tilvildarligari útsøgn frá einum setursmanni, ið sjálvur tosar eitt mál, ið er bæði fuglur og fiskur. Tá haldi eg, kringvarpsleiðslan hevur ein stóran samleikatrupulleika.
Og kann tað góðtakast, at øll mál og ljóðbrigdi skulu í stórapott í kringvarpinum og kókast til eitt mál, sum leiðsluni dámar?
Ella er hetta ein etiskur spurningur, ið umfatar verju av minniluta, og sum støða skal takast til í løgtinginum?
NB: Tað er ein frøi at hoyra, at Øssur Winthereig ikki er hoknaður. Vónandi heldur ryggurin.
Í Skálafirði hin 14.03.2007










