Eftir hondini hava fleiri heimskendar fyrimyndir og aðrir almennir persónar gjørt vart við síni sjónarmið um grindadrápið í Føroyum. Nú legst ein aftrat rúgvuni.
Tað er bretski Formel 1 bilførarin Lewis Hamilton, sum fyri løtu síðani legði eina mynd út av føroyska grindadrápinum á sín Instagram-vanga.
- Hetta er nakað so ørmyklandi. Álvaratos, hvussu kann mann gera hetta ímóti einari aðraru veru? Eg vamlist!
Lewis Hamilton er fimmfaldaður heimsmeistari í Formel 1 og verður roknaður sum besti Formel 1 bilførari nakrantíð. Umframt at hava vunnið heimsmeistaraheitið fimm ferðir, hevur hann vunnið hópin av øðrum kappingum og sligið fleiri met. Hann er forsvarandi meistari, tí hann vann nevniliga eisini í fjør.
##med3##
Í tekstinum til myndina vísir hann til ein tekst, sum filmsverkætlanin um havlív Savethereef hevur skrivað um føroyska grindadrápið. Í tekstinum verður typiska sjónarmiðið um barbarisku árligu siðvenjuna tikið fram, og tey skilja ikki, hví grindadráp er lógligt.
Fleiri enn 200.000 fólk hava dámt uppslagið hjá honum, og hann hevur tilsamans 11,4 milliónir fylgjarar á Instagram.
##med2##













