Fimmarin

Lisbeth L. Petersen, fólkatingslimur
?????????
Í seinastu viku hevði eg høvi at hoyra útvarpssendingina, ið m.a. snúði seg um fólkatingsarbeiðið, har viðmerkingar vóru frá ymiskum sokallaðum ?serfrøðingum?.
Eg hevði hug at gera nakrar viðmerkingar, men fekk ikki høvi til tess, so her skal eg bara taka okkurt dømi.
Tá skrivarin í Norðuratlantsbólkinum, sum ein teirra, sera avgjørdur kom við pástandum, ið onki hald var í, krevur tað eitt aftursvar.
Úttalilsið um at sambandsumboðið longu hevur ?selt? seg til Anders Fogh Rasmussen, er tikið burtur úr leysari luft. Tað sama kann sigast um pástandin, at sama umboð hevur bundið seg at atkvøða fyri øllum, sum danski flokkurin Venstre kemur og fer at koma við!
At skrivarin segði seg hava verið á fólkatingi í 3 ár, er væl rætt, men tað er hann so ikki einsamallur um, og viðvíkjandi samstarvi millum Sambandsflokkin og Venstre skuldi eg sum fólkatingslimur helst vitað betur enn hann. Eg kann fortelja honum, at eg, eins og okkara flokkur herheima, havi samstarvað við Venstre, men eri ikki limur í danska flokkinum. Eg havi verið limur í tingbólkinum hjá Venstre, og tað er ikki tað sama.
Sama samstarv ætlar nýggi formaður Sambandsfloksins at halda fram við.
Fyri mín part kann eg siga, at samstarvið hesi árini hevur verið sera gott, eisini tá eg í ávísum føri havi boðað frá, at eg havi eina aðra støðu enn teir. Tað hevur als ikki verið nakar trupulleiki, og sjálvandi havi eg greitt teimum frá hví.
At vera limur í tingbólkinum hjá størsta danska flokki, ið m.a. telur fleiri ráðharrar, er ein stórur fyrimunur. Tingbólkafundirnir geva eina holla vitan og innlit í nógv mál, og møguleikarnir at fáa ávirkan eru góðir, tí tú hevur góðar møguleikar beinleiðis at koma á tal við fólk við politiskari ávirkan. Fleiri teirra hava verið hollir stuðlar at heita á, tá ymiskir spurningar hava tikið seg upp.
Tað eru ikki rópini ella tað at dyrka konfrontatiónir, ið byggja nakað upp, tvørturímóti!!