Leygardagin vann NSÍ størsta sigurin hetta kappingarárið, men lítið man vera at ivast í, at tey í Runavík heldur vildu ynskt, at okkurt av teimum níggju málunum ímóti B71 var komið í onkrum av hinum dystunum í síðtuni. Í øllum førum kostaði tað dýrt hjá NSÍ, at liðið bara fekk 10 stig í teimum síðstu 10 dystunum!
Eftir eina byrjan í botninum, tók NSÍ seg fram við einari fantastiskari sigursrøð upp á níggju sigrar á rað, umframt at liðið ikki tapti í 15 dystum, men fekk 39 stig í einari rekkju. Frá 12. til 23. umfar var NSÍ, sum koppaði HB av oddasessinum, á odda heili 11 umfør á rað – og so aftur so seint sum eftir 24. umfar.
Kortini bar ikki á mál, tí HB raknaði við, samstundis sum eisini EB/Streymur smeyg sær framum, tá tey avgerandi tøkini skuldu takast. Annars nokk so undrunarvert, at EB/Streymur ongantíð hetta kappingarárið lá sum nummar eitt á stigatalvuni. Hevði tað eydnast at sloppið fram um HB í evstu løtu, hevði tað verið fyrstu og einasti ferð hetta kappingarárið, at EB/Streymur hevur verið á odda.
Men tað eydnaðist ikki, so í staðin gjørdist HB meistari. Oddastøðan var líkasum í tveimum, tí fyrst var HB á odda fimm ferðir millum sætta og ellivta umfar, tá ÍF ta einu ferðina slapp sær framum, men beinanvegin misti oddasessin aftur. Seinna umfarið hjá HB var so frá 23. umfari og út, burtur sæð frá 24. umfari, tá NSÍ lænti oddasessin tað eina umfarið.
B68 var annars fyrsta oddaliðið í ár, og tað stóðst av nógv bestu málúrtøkuni eftir fyrsta umfari, tá toftamenn vunnu 5-0 á B71, meðan eingin av hinum sigrunum var størri enn tvey mál. Men longu í øðrum umfari yvirtók B36 oddasessin og sat á honum fýra tey næstu umførini – fyri síðani ikki at koma í nánd av honum aftur. Ikki sørt av einum »déjà vu«, samanborið við í fjør…