Hvør vinnari í »3eins« kappingini hjá SMS vann eina ferð til annaðhvørt New York, Pippiland í Svøríki, París, Azorurnar og Costa Del Sol
Tað var í sambandi við, at SMS tann 2. november kundi hátíðarhalda 40 ára dagin fyri, at sølumiðstøðin lat upp, at SMS seinastu mánaðirnar hevur skipað fyri »3eins« kappingini, har tú kanst skava tær til ein vinning og vera við í drátti um høvuðsvinningar.
– Tí vildu vit geva kundunum møguleika at vinna, hvørja ferð tey keyptu, og at enda við nøkrum stórum vinningum.
Tað sigur Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóri í SMS.
Nú eru vinnarnir so funnir og kunngjørdir.
– Tað komu yvir eina millión seðlar inn til dráttin. Kappingin byrjaði 1. september, og seinasta freist at lata seðlar inn var 17. januar. Hesir vinningar vóru partur av, at kundarnir kundu skavað »3eins« seðlar, og høvdu teir trý eins tøl, vunnu tey gávukort á 50, 100, 200, ella 1000 krónur.
Øll sum skavaðu kundu lata seðlarnar og vinna hesar høvuðsvinningar.
Hvør vinnari vann eina ferð til antin New York, Pippiland í Svøríki. París, Azorurnar og Costa Del Sol virði 20.000 krónur.
Tey fimm, sum vunnu, vóru:
Arvid Nilssen
Martin Dam
Jóhanna Askham
Katrina Malunardóttir
Anna Lassen Wandahl
Símun Thomsen frá SPEKT hevði eftirlitið, tá ið vinnararnir vóru trektir.









