Fimm venjarar eru givnir

Rógvi Poulsen fer at hava ábyrgdina av AB liðnum í tveimum teimum síðstu dystunum

Í morgun bar in.fo tíðindini um, at Símun Samuelsen varð sagdur úr starvi sum venjari hjá AB.

Nú eru tíðindini váttað á heimasíðuni hjá felagnum. Har verður eisini sagt, at Rógvi Poulsen, sum er høvuðsungdómsvenjari í felagnum, fer at hava ábyrgdina av liðnum í Klaksvík mikukvøldið og leygardagin, tá ið EB/Streymur verður gestur á Argjum. Hetta samsvarar við tíðindini, sum bolt.fo bara tíðliga seinnapartin.

Umframt at vera høvuðsungdómsvenjari er 31 ára gamli Rógvi Poulsen fastur maður á miðvøllinum á besta AB liðnum

Símun Samuelsen er fimti venjarin, sum er givin í hesum kappingarárinum. Hann avloysti í mars Sorin Anghel, sum gavst á Argjum. Síðani eru Bill Jacobsen á Skála, Eyðun Klakstein í Víkingi og Glenn Ståhl í NSÍ sagdir úr starvi.