Fimm valdømi fyri ting

Í komandi viku fer ein meiriluti í formansskapinum at leggja uppskot fyri ting at gera Føroyar til fimm valdømi. John Johannesen og Alfred Olsen í formansskapinum taka ikki undir við uppskotinum, men Hergeir Nielsen, tingformaður, vónar inniliga, at málið kemur ígjøgnum

Formansskapurin á Føroya Løgtingi hevur samtykt at leggja uppskot fyri ting at gera Føroyar til fimm valdømi.

– Ein meiriluti er fyri at leggja uppskotið fram, og eg meti, at málið tolir eina viðgerð í tinginum, sigur Hergeir Nielsen, tingformaður, sum í gjár – saman við Jógvani á Lakjuni – gjørdi av at leggja uppskotið fyri ting.

Ein minniluti, John Johannesen og Alfred Olsen, taka ikki undir við at leggja uppskotið á tingborð, men av tí at Hergeir Nielsen er formaður, so eru hann og Jógvan á Lakjuni meiriluti, hóast tveir eru fyri og tveir eru ímóti.

– Nú manglar bara, at vit lata málið í løgfrøðiligan búna, og so verður tað lagt fram í komandi viku, sigur Hergeir Nielsen.


Formaðurin vónar

Í oktoburmánaði var ein lítil meiriluti á tingi, sambært kanning hjá Sosialinum, at fara frá einum valdømi. Tá høvdu fleiri tingfólk skift hugsan um valdømi síðan 2007, tá skipanin við einum valdømi kom.

Men í seinastuni hava fleiri og fleiri tingfólk greitt frá, at tey stórliga ivast, um fimm valdømi eru rætta loysnin.

Tó er í hvussu so er ein, sum ikki hevur skift meining.

– Eg vóni so inniliga, at hetta verður samtykt, sigur Hergeir Nielsen, tingformaður.

Hann staðfestir tó eisini, at meirilutin í formansskapinum ikki hevur kannað sær nakran meiriluta fyri málinum.


Broytir nógv

Um tað skuldi verið, at uppskotið um fimm valdømi verður samtykt, so ger tað stórar broytingar í mun til verandi valskipan, men tað ger eisini stórar broytingar í mun til sjey valdømi, sum tað var áðrenn 2007.

Sandoy og Suðuroy verða eitt valdømi – Suður valdømi, Vágar og Norðurstreymur, Kollafjørður undantikin, verða eitt valdømi – Útnyrðings valdømi, Suðurstreymoyar valdømi fær Kollafjørð afturat, Eysturoy verður eitt valdømi og Klaksvík verður eitt valdømi.

Ein uppgerð í Sosialinum fyri kortum vísti, at verða Føroyar sjey valdømi, so hevði til dømis onki Javnaðarumboð verið í Norðoyggjum, og fólkini úr Suðurstreymi á løgtingi høvdu verið færri.