Fimm vakurleikafavorittar

Um nýggjárstíð eru bløðini fylt við listum yvir, hvat ið hevur verið gott í árinum, ið farið er og hvat, ið hevur verið minni gott.
Nógv damubløð lata lesararnar atkvøða um bestu kremini, varrastiftirnar og aðrar vørur, sum hava verið hentar í árinum.
Her er ein listi, ið vit hava savnað saman úr ymiskum bløðum, og sum undirritaða kann skriva undir uppá eru góðir.

1. Eight hour cream frá Elizabeth Arden. Hesin 70 ára gamli favoritturin er afturvendandi á øllum listum ár undan ári. Tað sigst, at hvønn níggjunda minutt verður ein tupa av hesum mirakulkremið seld bara í Evropa. Eight hour cream hjálpir móti turrum varrum, frísutum eygnabrúgvum, turrum føtrum og slitnum hári. Prísur uml 250 krónur

2. Elnett hárspray frá L'oréal. Hetta er eisini ein gamal favorittur, ið hárfríðkannarfólk kring allan heim hava brúkt sera sera leingi. Heldur hárinum upp á pláss uttan at tyngja tað niður. Prísur uml 50 krónur.

3. Body Butter frá Body Shop. Síðani 1980, tá Body Shop kom við sínum kroppssmøri, eru tað nógv merki, ið hava hermt eftir tí, men ongum hevur eydnast líka væl sum Body Shop. Síðani kremið kom, eru seldar heilar 100 miljónir eskjur. Fyrsti lukturin var mango, og ár undan ári eru einir tíggju aðrir komnir. Seinasti er mandilangandi kroppssmør. Prísur uml 140 krónur

4. Lipfinity frá MaxFactor. At enda kom hon - varrastiftin, sum faktist verður verðandi á varrunum óansæð um tú mussast, etur ella drekkur. Tá hon kom fyri umleið sjey árum síðani var tað ein sensatión í vakurleikaheiminum. Lipfinity virkar í tveimum stigum - fyrst verður liturin smurdur á varrarnar, síðan bíða í ein minutt og síðani ein fuktgevandi stift, ið ger varrarnar bleytar og glansutar. Prísur uml 130 krónur

5. Great lash frá Mabelline. Ein tupa, ið er ljósareyð við grønum proppi. Soleiðis kennur ein best hesa maskaruna aftur í vakurleikahandlinum. Great lash hevur 30 ár á baki og hevur altíð verið - og er enn ein av maskarunum, ið vakurleikaserfrøðingum dámar allar best at brúka. Prísur uml 60 krónur.