Fimm uppskot til ársins sandoying

Í hesum døgum skipar Sandoyarportalurin fyri eini kapping um at kjósa ársins borgara í Sandoyar sýslu. Fimm eru í uppskoti.

Tað eru lesarar hjá www.sandportal.fo, ið hava sent inn uppskot um persónar, tey halda skulu fáa ein slíkan heiður.

Hesir fimm borgararnir - allir menn - hava á einhvønn hátt gjørt sítt til at kunna útnevnast sum Ársins Sandoyingur 2010.

Hesir fimm eru ítróttamaðurin Eli Hentze, svimjarin Ragnvald Jensen, stríðsmaðurin Groth Nolsøe, barnavinurin Sølvi Mortensen og positivi bakarin Anfinn í Soylu.

Nú fáa so lesararnir hjá Sandoyarportalinum møguleika at velja millum hesar. Hetta kann gerast við at senda eitt sms til eitt ávíst tlf.nr. Ársins borgari verður funnin 5. februar 2011.

Vinningurin er ikki hvør sum helst, tí millum tey ið atkvøða verður drigið um eina ferð við Norrønu til Hirtshals á páskum. Drigið verður 4. apríl.