Skerjingar mugu gerast í rakstrinum, har 10 fólk eisini fara niður í tíð Tað veit Kringvarpið at siga, eftir at fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu í gjár varð samtykt.
Skattainntøkurnar fyri 2009 verða mettar ti l31,7 mió kr., sum eru um 9 mió kr. minni enn í ár.
Hinvegin verða munandi skerjingar eisini gjørdar í rakstrinum, sum ætlandi skal kosta 17 mió kr. minni í 2009 enn í 2008, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri við Kringvarpið.