Fimm ung í ferðsluóhappi

Sunnukvøldið rendu tveir bilar saman við Statoilstøðina í Kollafjarðardali. Tann eini bilurin, har fimm ung vóru í, gjørdist vrak. Tey ungu vórðu øll við sjúkrabili flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Enn hava vit ikki frætt, hvussu tað er statt hjá teimum, men vit hava tó fingið at vita, at tey øll sótu í trygdarbelti, og at óhappið hevði verið verri, um tey ikki vóru íbundin.