07 Vestur verður saman við einum blandaðum HB og B36 liði, "Passelohna" úr Havn og B71 føroysku mótstøðuliðini hjá Racing Montevideo í U15 kappingini í Intersport Summar Cup fyrst í Gundadali í Havn fyrst í juli.
Heili 86 lið eru meldaði til í øðrum bólkum. Í U13 møtir t.d. danska felagið, B1903 við tveimum liðum.
Samlaða undirtøkan er stór og góð, tó haltaði við at fáa størri undirtøku í U15 bólkinum.
Racing Montevideo kann nú gera klárt til eina langa ferð, ið eitur bussferð Montevideo-Buenos Aires, og so flogferð: Buenos Aires-London-Kastrup-Vágar.
07 Vestur meldaði til í dag, og tað kom væl við í U15 kappingini, staðfesta fyrireikararnir.