Kathrina Jacobsen á Skipanesi má sigast at hava stjóra familju. Hóast »bert« 84 ára gomul eigur hon eina oldurommudóttur, sum er eitt ár. Sonur hennara, Meinhard Jacobsen, sum er 65 ára gamal er langabbi, dóttur hansra, Klara Hansen, sum er 43 ár er omma, og sonur hennara, Kári Hansen, sum er 24 ár, er pápi eitt ára gomlu Mariu Lamhauge Hansen.evur víst á amboð og mannagongdir, ið undirbyggja at hetta felagið kann fremja arbeiðið innan ásettu tíðarkarmarnar.
4.Sambært fíggjarligu upplýsingunum tykist J&K Petersen at hava umstøður til at átaka sær arbeiðið og at fullføra tað, sum ætlað.
5.Sambært fíggjarligu upplýsingunum og viðmerkingum frá fíggjarliga ráðgeva felagsins tykist Byggitek ikki at hava nøktandi fíggjarligar umstøður.
Nevndin í Vágatunnilin p/f hevur út frá oman fyri nevndu viðurskiftum mett, at alternativa boðið frá J&K Petersen er til mestan fyrimun fyri felagið og hevur tí valt at taka upp samráðingar um sáttmála við J&K Petersen.l brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)
Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát
Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.
Tórbjørn Jacobsen