- Hesa vikina verður ikki nógvur línufiskur. Skipini eru nýliga byrjað túr, men møguliga kemur onkur inn at landa síðst í vikuni.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tvey skip eru undir Íslandi og fiska brosmu, longu og tosk og hýsu.
- Nøkur línuskip royna eisini á djúpum vatni undir Føroyum og fiska brosmu og longu. Onnur eru á grynri vatni og fiska mest tosk og hýsu. Haraftrat fiskar eitt línuskip háv.
Um útróður, veit Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður, men veðurvánirnar eru ikki av teimum bestu.
- Vit vænta tí ikki so nógvan útróður. Miðskeiðis í vikuni sær veðrið út til at gerast hampiligt, og tá verður helst nakað av útróðri.
Seks djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir partrola eftir upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði. Væntandi koma tvey pør inn at landa í vikuni.
Allir partrolararnir fiska upsa og koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur.
Í dag landa ætlandi fimm trolbátar. Tveir partrola eftir upsa. Aðrir hava verið norðanfyri og fiska tosk og hýsu. Hesir fáa eisini nakað av reyðsprøku, tungu og upsa sum hjáveiði.
At enda veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið landar í dag, og hin landar síðst í vikuni.
- Tvey onnur garnaskip fiska eisini ávikavist svartkalva og havtasku og frysta veiðina umborð, sigur marknaðurin um útlitini fyri hesa vikuna.