Fimm tingfólk á fundi um Arktis

Stórur partur av uttanlandsnevndini á fundi við danir og grønlendingar um Arktis

Allan fyrrapartin í dag hava fim føroysk tingfólk sitið á fundi á Christiansborg í Keypmannahavn.

 

Fundurin var um viðurskiftini kring Arktis og um leiklutin hjá føroyingum og dønum í arbeiðnum á hesum øki saman við dønum.

Tey fimm føroysku tingfólkini eru Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, forkvinna í uttanlandsnevndini, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Kárí P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin og Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin.

 

Føroyingar og grønlendingar hava lagt trýst á fyri at fáa størri ávirkan á støðuna, sum Danmark tekur í málum, sum snúgva seg um Arktis