Fimm tilburðir av koronu í gjár

Í gjár vóru fimm nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Nú eru 30 fólk í Føroyum smittað við koronu, og 198 fólk eru í sóttarhaldi.

 

Av teimum 10 tilburðunum í gjár er smittukeldan kend í trimum førum, í einum føri er smittukeldan ikki kend og ein persónur fekk staðfest smittuna við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroyar.

 

124 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.