Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum. Allir tilburðirnir eru partur av kendum smittuketum.
Í gjár vórðu 845 kanningar gjørdar og allar kanningarnar eru greinaðar. Tilsamans eru nú 288.905 kanningar gjørdar í Føroyum. Tilsamans hava nú 752 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. 711 fólk eru frísk aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
##med2##
Landslæknin sigur, at í løtuni eru 40 fólk smittaðivið koronu, og 255 fólk eru í sóttarhaldi.
Annars vórðu 903 fólk koppsett í gjár. 631 fólk fingu fyrra sproytuna og 272 fólk fingu seinnu sproytuna. Nú hava 23.142 fólk fingið fyrru koppsetingina, hetta svarar til 43,5 prosent av fólkatalinum. Hinvegin hava 14.203 fólk eisini fingið seinnu sproytuna, og sostatt eru 26,7 prosent av føroyingum liðugt koppsettir. Tilsamans eru 37.345 kopppsetingar nú gjørdar í Føroyum.
Sum tað sæst á myndunum var long bíðirøð á Eystarubryggju í Havn eftir at verða kannað fyri koronu