Fimm út og fimm inn

Fimm nøvn á listanum eru skift út í mun til dystin, tá Føroyar spældu ímóti Serbia. Nýggir á hansara lista eru Vagnur Mohr Mortensen, Jóan Símun Edmundsson, Gunnar Nielsen, Arnbjørn Hansen og Andreas Lava Olsen.

Av hesum er Jóan Símun Edmundsson tann einasti, sum er púra ferskur í A-landsliðshøpi. Hinir eru allir skrásettir fyri onkran landsdyst.

Teir fimm, ið ikki eru listanum hjá Brian Kerr hesaferð, eru Meinhardt Joensen, Jóhan Ejvind Restorff Mouritsen, Andrew av Fløtum og Palli Augustinussen. Harumframt er landsliðsvenjarin eisini noyddur at síggja burtur frá Marna Djurhuus, sum ikki er tøkur til landsliðsfótbólt.