Suðuroy: Fríggjakvøldið fóru ferðafólkini umborð á St. Ola kl. 18:30 – men sluppu ikki í land aftur fyrrenn klokkan var farin at nærkast hálvgum tólv.
So langa tíð til Suðuroyar er meiri, enn hvat tey flestu munnu ynskja sær, og tí eru suðuroyingar alt annað enn nøgdir við loysnina, sum Strandferðslan hevur veitt teimum.
- Tað er lítil meining í, at vit skulu sita fimm tímar umborð á ferjuni. Serliga tí, at hetta er dupult so long tíð sum upprunaliga ætlað og lovað, siga suðuroyingar.
Fýlst verður haraftrat á ferðaætlanina, sum als ikki heldur – og sum í roynd og veru hevur blakað teir aftur í 80’ini.
Sambært hesi, skal St. Ola avstað aftur av Krambatanga tríggjar tímar seinni. Hetta vil aftur siga, at ferðafólk, bilar og farmur skulu í land og umborð uppá bert 20 minuttir.
Men sum skilst hevur tað bert verið undantaksvís, at ferðaætlanin hevur hildið.
Sterkt beklagiligt
Eftir røttum skal St. Ola brúka 2 tímar og 40 minuttir um ferðina, men hesa seinastu tíðina hevur ferðin tikið minst hálvan tíma longur.
Orsøkin til hetta er, sambært stjóranum á Strandferðsluni, Regin Vágadal, at ein av turbinunum umborð gekk fyri.
Hann skilur væl, at suðuroyingar ikki eru serliga fegnir um sambandið. Hann biður tey bara geva tol, tí Smyril verður skjótur aftur.
- Eftir røttum burdi ferðaætlanin hildið, hóast hon er nakað stramm, sigur stjórin. At ein av maskinunum gongur fyri, er ikki nakað sum Strandferðslan kann lastast fyri.
Tað byrjaði annars væl við St. Ola, men nakað seinni fekk hon maskinskaða í ta einu av teimum fýra maskinunum umborð.
Teir høvdu eina eyka turbinu við sær umborð, men tá teir skuldu gera klárt at seta hesa til ístaðin fyri ta brotnu, vísti tað seg at hon ikki passaði til.
- Tí er støðan soleiðis sum hon er, og tað er bara keðiligt, ja, sterkt beklagiligt, sigur Vágadal í stuttari viðmerking.
Hann leggur tó aftrat, at suðringar skulu ikki bíða leingi aftrat, tí Smyril er væntandi til Føroyar aftur seinast í hesum mánaðinum.