Fótbóltur
Tað tók ikki gøtumonnum leingi at gera av við vónirnar hjá B36 um, at tað skuldi bera til at minka um munin upp til grannarnar í HB.
Dysturin var ikki meira enn settur ígongd, tá bólturin fyrstu ferð var í B36-meskunum. Súni Olsen legði fríspark innfyri, men tá eingin leikari fekk sett høvdið á, hoppaði bólturin niður í graslíkið, áðrenn hann helt leiðina millum hendurnar á Magnusi Poulsen, sum uttan iva noyðist at taka hetta málið á sín kappa.
Útvísingin
Hetta var sjálvandi sum vátur vøttur hjá B36, men tað var tó lítið í mun til tað, sum var í væntu. GÍ hevði fleiri ferðir víst tenn, tá teir spældu upp í síðunum, og tá Áslakur R. Petersen skifti úr høgru, var B36-verjan als ikki fyrireikað upp á hetta.
Jóhannis Joensen varð fangaður á millumhond, og so kundi Krzystof Popczynski einsamallur seta kós móti málinum. Her royndi hann at draga framvið B36-málverjanum, men varð feldur ella lat seg detta, og so bríkslaði dómarin. Brotsspark til GÍ og reytt kort til Magnus Poulsen. Ikki minst var reyða kortið hart dømt, tí hóast Popczynski hevði runnið bóltin upp, so vildi talan í øllum førum verið um ein sera spískan vinkul móti málinum, og tí var talan í veruleikanum ikki um eina støðu, har málverjin sum seinasti maður bremsaði leikara við beinari kós móti málinum.
B36?arnir royndu at mótmæla, men dómarin stóð við sítt, og so máttu umskipanir til hjá B36. Egil á Bø varð offraður á taktiska altarinum, so Tróndur Vatnhamar slapp inn á vøllin, og hann slapp so ikki at nerta við bóltin, fyrr enn Krzystof sjálvur hevði sent brotssparkið í kassan.
Fult tamarhald á
Við tíggju monnum segði tað seg sjálvt, at talan skuldi gerast um tunga brekku hjá B36. Ein brekka, sum tað heldur ikki eydnaðist teimum at vinna á. Seinna hálvleik royndu teir seg annars við framrættaðum útskiftingum, men nærri enn einum skoti á stongina frá Klæmint Matras komu teir ikki.
Hinvegin var meira bit í GÍ. Fyri tað mesta, so hildu teir seg nakað afturi á vøllinum, so leiðslan ikki varð tveitt fyri borð, men fleiri ferðir gjørdist talan um heilt vandamiklar støður, tá teir settu ferð á. Ikki minst var tað hugvekjandi, at sterka B36-verjan hevði somikið stórar plaseringstrupulleikar, tá gestirnir skiftu langt úr borði í borð. Júst hesin paturin av spælinum hevur leingi verið eitt vørumerki hjá GÍ, so heilt óvart kundi hetta neyvan koma á heimaliðið.
Súni Olsen hevði einar tríggjar royndir, sum áttu at givið mál, og tað var mest sum ótrúligt, at Krzytof ta einu ferðina fluktaði á stongina, heldur enn í málið.
Men alt hetta mundu gestirnir ikki leggja so nógv í kortini. Teir høvdu ráð til hetta, tá mótstøðan kortini ikki skoraði, og við trimum stigum afturat í posan, hava teir nú otað seg upp á fjórða plássið á stigatalvuni. Bert eitt stig aftan fyri B36 á bronsuplássinum.
GÍ í metal-stríðnum
Fyri B36, so mundi úrslitið kennast sum lítið størri enn ein vanlukka. Enn eru seks dystir eftir at spæla, men soleiðis sum alt hevur lagað seg í ár, so tykist tað mest sum óhugsandi, at nakar skal kunna forða grannunum úr HB at taka triðja meistaraheitið á rað.
Júst hetta mundi annars vera størsta ambitiónin hjá teimum svørt/hvítu, sum ógvuliga symbolskt hava Maers sum høvuðsstuðul. Danska flogfelagið satsaði stórt og á fleiri frontum fyri tveimum árum síðani, men kortini hava teir ongantíð fingið rætta flogið í dystinum móti Atlantic Airways. Hóast B36 bæði í fjør og í ár hava satsað stórt, so hava heldur ikki teir funnið rætta flogið, og í verandi løtu tykist stríðið einamest at snúgva seg um silvurkrónurnar og rættin til UEFA-Cup fótbólt komandi kappingarár. Ein rætt sum GÍ ?fyri fyrstu ferð yvirhøvur ? ikki vann sær í fjør, men tann partin tykjast tær í øllum førum at ætla sær at broyta.